Royndin hjá AB at hava ein ítróttarstjóra varð ódrúgv.
Danska stórfelagið FC Midtjylland skrivar á heimasíðu sínari, at Jonas Dal Andersen er partur av einari dubbing av ítróttarliga partinum hjá felagnum í royndini at røkka málinum um at gerast millum tey bestu 50 feløgini í Evropa.
Jonas Dal skal hava høvuðsábyrgdina av samstarvinum við FC Ebedei, sum er eitt akademi og samstarvsfelag hjá FC Midtjyllandi í Nigeria. Á heimasíðuni verður skrivað, at Jonas Dal hevði stóra ábyrgd í sambandi nigeriansku leikararnar, tá ið hann var partur av venjaratoyminum árini 2003-2013.
Jonas Dal Andersen kom til Føroya við kappingarársbyrjan í 2021 sum høvuðsvenjari hjá HB. Partarnir skiltust longu síðst í juni, men góðan mánað seinni kunngjørdi AB, at felagið hevði sett 44 ára gamla danan sum ítróttarstjóra.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Jonas Dal Andersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald