Jónas Warner spældi í trimum teimum fyrstu dystunum hjá B68 í ár, men stríðsfúsi miðvallarin gavst í felagnum í apríl.
Nú er greitt, at Jónas skal spæla við barndómsfelagnum B71 í seinnu hálvu. Tað gjørdi hann eisini í fjør - tá var sandingurin leigaður til B71 vegna millum annað arbeiði uttanfyri vøllin.
- Jónas hevur tíbetur ikki ætlað at støðga við fótbóltinum og í dag er so greitt at hann hevur játtað seg at hjálpa barndómsfelagnum og gerst tøkur til dyst eftir summarferiuna, tá flytingargluggin opnar.
Tað skrivaði B71 á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið. Jónas Warner verður tøkur um júst ein mánaða - 15. juni - tá vindeygað letur upp. Hetta fer at koma væl við hjá B71, sum 22-ára gamli miðvallarin var lyklaspælari hjá í 2020, 2021 og 2022, umframt í seinnu hálvu í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald