Hondbóltur

Jónas G. Djurhuus toppskjútti í sínum fyrsta dysti í Norra

Viking Stavanger tapti greitt, men hoyvíkingurin sló til við seks málum.

2019-01-31 09:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár spældi Viking Stavanger fyrsta dystin í nýggja árinum. Hann skuldi upprunaliga spælast 13. januar, men varð útsettur, av tí at stórtalentið Alexander Blonz var upptikin av HM. 18-ára gamli vongurin hjá Viking var sunnudagin á bonkinum í finaluni í Herning og fekk eitt HM-silvurheiðursmerki. Í gjárkvøldið spældi hann saman við Kjartani Johansen og Jónasi G. Djurhuus í Natterøy. 

Viking hevur spælt tveir dystir færri enn hini liðini í næstbestu norsku deildini, orsakað av at Blonz var til HM. Møguliga merktist tað, at liðið ikki hevði spælt ein týðandi dyst í seks vikur, tí Natterøy var væl omaná í 1. hálvleiki, ið endaði 21-14. Í 2. hálvleiki fekk føroyingafelagið betri skil á verjupartin, men tapti tó dystin við seks málum. 

Viking Stavenger skrivar á sínari facebooksíðu, at debutanturin Jónas G. Djurhuus  var ljóspunktið hjá liðnum. Spælskiparin skoraði seks mál og fekk harvið eina góða persónliga byrjan í norsku 1. Division. Jónas skifti fyri mánaði síðani úr HØJ í Danmark til Viking. Hann spældi sín fyrsta venjingardyst fyri viku síðani, og gjørdi nú vart við seg í landskappingardysti.

Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal eru liðfelagar hjá Jónasi í Stavanger, men báðir eru darvaðir av skaða. Viking liggur nummar nummar 7 í 1. Division, ið fevnir um 12 lið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder