Annað

Jonathan fekk flottan sigur í skjáttuna

Føroyski nevaleikarin vann upp á stig og fekk steyp heim við sær til Føroyar.

2021-10-24 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski boksarin Jonathan Malaikev fekk ein flottan sigur í skjáttuna, tá hann leygarkvøldið boksaði ein fordyst til landsdysta boksistevnuna millum Danmark og Noreg.

Stevnan fór fram í Vordingborg, og tað var lokala boksifelagið, Vordingborg Bokseklub Tårnet 74, sum skipaði fyri tiltakinum. Upp móti 800 áskoðarar vóru til tiltakið.

Sambært venjaranum hjá Jonathan Malaikev, Martin Meng, var talan um eitt spennandi og javnt stríð millum tveir dugnaligar nevaleikarar.

Martin Meng greiðir soleiðis frá:

- Vit tapa fyrsta umfar. Mótstøðumaðurin, Oliver Borup frá Vordingborg Bokseklub, byrjar í høgari ferð, rakar Jonathan djúpt, og hetta merkir hann í restini av fyrsta umfari.

- Í øðrum umfari koma vit betri frá byrjan, og leggja trýst á eins og ætlanin var. Jonathan hevur tamarhald á umfarinum, men brennir út, tá mótstøðumaðurin stútar Jonathan tvær ferðir. Hetta fær eygað at bólgna nógv. Kortini megnar Jonathan at halda trýstinum, og mótstøðumaðurin troyttast. Við eitt sindur meira neyvleika høvdu vit kunnað avgjørt dystin í hesum umfarinum, men vit vinna greitt við tað at talt varð yvir mótstøðumannin tvær ferðir, og hann fekk eisini ávaring fyri at stúta.

- Í triðja umfari er týðuligt, at báðir boksararnir eru móðir, men vit varðveita leiðsluna og initiativið og enda sterkast. Jonathan vinnur dystin 3/2 og fær styp við sær heimaftur til Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder