KÍ hevur framvegis fult stigatal. Hetta var ógvuliga nær við at broytast í Gundadali seinnapartin. B36 vísti aftur, at tað kann gera bart í ár og javnaði tvær ferðir, eftir at Páll Klettskarð hevði lagt KÍ á odda.
Royndi áleyparin byrjaði á bonkinum í steypaósigrinum fyri B36 í Gundadali fyri átta døgum seinni. Longu eftir fimm minuttir í dag vísti Páll Andrasson Klettskarð, hví tað kann vera eitt gott hugskot, at hann byrjar inn. Claes Kronberg legði innfyri úr vinstru, og Páll setti punktum fyri góðum álopi - hann sníkti seg burtur frá Sonna Ragnar Nattestad og stútaði bóltin í kassan. Næsta málið hjá Pálli - og tað fimta hjá honum í vikuni - var eisini rætt áleyparamál: Hann prikaði bóltin í málið hjá Mattiasi Lamhauge, eftir at Mads Mikkelsen varð sendur avstað, hevði sett Isak Jönsson av á baklinjuni og lagt bóltin inn í málteigin.
Páll Andrasson Klettskarð gjørdist tvífaldur málskjútti í Gundadali og er toppskjútti í Betrideildini við tíggju málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
B36 javnaði tvær ferðir og vísti tenn, men reytt kort til Eli Falkvard - rættvíst ella ikki - gjørdi mun (Savnsmynd: Sverri Egholm)
B36 vísti tó tvær ferðir, at liðið hevur mál í sær og kann gera lívið hjá KÍ trupult. Hóast klaksvíkingar vóru omaná í fyrra hálvleiki og høvdu onkran stóran møguleika afturat, hótti heimaliðið nakrar ferðir, og eftir hálvan tíma stútaði Magnus Egilsson bóltin flott í longra málhorn eftir snilt hornaspark. Tað var eisini B36, ið legði betri út eftir steðgin og longu í øðrum minutti var Michal Przybylski knappur í KÍ-brotsteignum, eftir at langt innkast varð longt. So var 2-2, og løtu seinni noyddist Árni Frederiksberg at fara av vølli við skaða.
Tað vóru nakrar harðar takklingar í dystinum - frá báðum liðum - og fleiri og fleiri og fleiri kort komu, meðan tað var javnleikur. Í 83. minutti fekk Eli Falkvard Nielsen sítt seinna gula kort. Kári á Høvdanum metti, at B36-liðformaðurin við vilja hevði sparkað Jonn Johannessen, eftir at klaksvíkingurin hevði spælt bóltin víðari. Ónøgd í B36-leguni, og teir noyddust at verja í langari yvirtíð.
Tað bar tó ikki á mál, tí omanfyrinevndi Jonn tók sakina í egnar hendur í 94. minutti, tá hann fekk bóltin frá liðformanni síðnum - staddur til vinstru í B36-brotsteignum. 21-ára gamli vongurin snýtti Andrias Eriksen og smekkað bóltin í málið til stóran fagnað í KÍ-leguni. Jonn Johannessen breyt fótin í mai í fjør og hevur verið undir uppvenjing í vetur. Nú gjørdi hann stóran mun sum innskiftari í stórdysti, og liðið hjá Magna Hoseth hevur fult stigatal eftir sjey umfør - seks stig eru niður til B36.
7. umfar í Betrideildini
Í dag, sunnudagin 30. apríl
B36 - KÍ 2-3 (1-2)
5' Páll Andrasson Klettskarð (Claes Philip Kronberg) 0-1
31' Magnus Egilsson (Jann Benjaminsen) 1-1
39' Páll Andrasson Klettskarð (Mads Boe Mikkelsen) 1-2
46' Michal Przybylski (Eli Falkvard Nielsen) 2-2
90 (+4)' Jonn Johannessen (Jákup Biskopstø Andreasen) 2-3
Reytt kort: Eli Falkvard Nielsen (83')
Dystirnir sum byrjaðu klokkan 15:
AB - TB (0-0)
07 Vestur - HB (1-3)
Víkingur - EB/Streymur (1-0)
Støðan í Betrideildini undan 7. umfari
1. KÍ 21 stig *
2. B36 15 stig *
3. HB 14 stig
4. ÍF 9 stig
5. Víkingur 8 stig
6. 07 Vestur 7 stig
7. EB/Streymur 7 stig
8. TB 4 stig
9. B68 3 stig
10. AB 0 stig
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald