Annað

Jónstein Petersen og Gripur gjørdust nummar eitt í Vágadali

Tað er beinhørð kapping um landsliðsplássini.

2025-11-16 12:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið skipar Vága seyðahundafelag fyri FM-kapping í Vágadali, og í gjár kappaðust 19 hundar í klassa trý. Úrslitið gjørdist tó heldur óvæntað.

Eftir at hava vunnið tvær av trimum undanfarnum kappingum, endaðu Tummas Jacobsen við hundinum Moss á triðja plássi. Tóroddur Vang við hundinum Svan gjørdist nummar tvey, og á fyrsta plássi var Jónstein Petersen við hundinum Gripur.

Fýra tey fremstu plássini geva atgongd til EM í Belgia, og trý teir bestu geva atgongd til HM í Skotlandi, og úrslitið í gjár vísir bara, hvussu beinhørð kappingin um fremstu plássini er, skrivar Seyðahundasamband Føroya.

Kappingin um tey fýra landsliðsplássini sær í løtuni soleiðis út:

Nr. 1 Tummas Jacobsen við Moss

Nr. 2 Jónstein Petersen við Gripur

Nr. 3 Anna Sofía Fjallheim við Midge

Nr. 4 liggja tríggjir hundar javnir, við 9 stigum hvør, og teir eru:

Svan hjá Tóroddi Vang

Kelly hjá Onnu Sofíu Fjallheim

Mainstay Meg hjá Tummasi Jacobsen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder