Í dag, mikudagin 16 September verður størsta seyðahunda kapping í heiminum sett á Huntington Farm. Hetta er í Stórabretlandi - skotsku megin markið við Ongland.
Fimm føroysk umboð eru við: Jónstein Petersen og Tummas Jacobsen við hundum teirra. Jónstein hevur Grupur og Kvik, og Tummas hevur Moss.
![]()
Jónstein Petersen - her við Gripi
Heimasíðan hundar.fo skrivar, at hesir skulu kappast ímóti yvir 300 luttakarum úr 33 tjóðum næstu dagarnar.
Innleiðandi umfør verða Hósdagin og Fríggjadagin. Leygardagin verður semifinala. Og Sunnudagin verður finala har heimsmeistarin verður funnin.
- Í innleiðandi umførunum verður kappast á trimum breytum samstundis, 6 luttakarar sleppa víðari av hvørjari breyt hvønn dagin. 15 teir bestu sleppa úr semifinaluni, í finaluna Sunnudagin.
Føroyskir hundar og hundaførarar hava javnan staðið seg ógvuliga væl í altjóða kappingum.
Meira um kappingina ISDS World Trial sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald