2023-11-27 21:35
Jørgen Nielsen og Víkingur hava gjørt tvey ára sáttmála. Hesum boðar Víkingur frá í kvøld.
Glyvramaðurin, sum seinasta árið hevur spælt við B68, er framrættaður leikari. Jørgen er 20 ára gamal og hevur leikt 60 dystir í Betri deildini og skorað tíggju mál. Afturat tí hevur Jørgen eisini spælt 23 U-landsdystir, har hann hevur skorað sjey mál.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jørgen Nielsen hevur verið fastur á U21 landsliðnum í ár, sum hava fingið fleiri góð úrslit.
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jørgen Nielsen (Mynd: Víkingur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald