Fótbóltur

Jórun og Jórun: - Er altíð í góðum lag tá man hevur verið í høllini

Trúføstu vaskikvinnurnar, sum gera so nógv annað í KÍ, eru ein ímynd av fótbóltsfelagnum í Klaksvík. - Tað verður ein lívstílur, og tað er so gevandi, siga eldsálirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-08 00:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fert tú ein túr til ítróttarøkið við Djúpumýru, og serliga í KÍ-kjallaran, so er góður møguleiki fyri, at Jórun&Jórun eru har.

Í kvøld fingu Jórun Biskopstø og Jórun Frimansdóttir Jacobsen stóran heiður í heimbýnum. Nakað sum tær sjálvandi eru fegnar av - eisini at hava løtuna saman við familjuni.

Sí samrøðu ovast

Sí eisni: Jústinus Justinussen: - Fantastiskt at man setur prís á arbeiði hjá fólki (Video)

ÍtróttaELDSÁLIN: Jórun Biskopstø og Jórun Frimansdóttir Jacobsen (KÍ)

- Man fær so nógv aftur við at geva nakað, staðfesti Jórun Biskopstø

Ein heimasigur, sum Jógvan Skeel Nolsøe tók til. Klaksvíkskvinnurnar hava í langa tíð syrgt fyri so góðum karmum sum møguligt til eitt ótal at fótbóltsspælarunum og øðrum, ið virka.

Fert tú á Djúpumýru, so er góður møguleiki fyri, at Jórun&Jórun eru har: Tvær ímyndir.

Hini tilnevndu vóru: Andrias Sumberg (Suðuroyar Judo) og Anna Dam (H71)

 Sí yvirlit yvir allar heiðrarnar á ítróttafagnaðinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder