
EB hevur fyri kortum kunngjørt styrk til næsta kappingarár.
Talan er um tvær av teimum, sum hava verið lyklaspælarar á Kyndilsliðnum seinastu árini.
Serliga hevur Jovana Stranjanac verið ein múrur í málinum til tíðir. Serbiski málverjin hevur ofta vunnið heiðurin sum ársins málverji.
Jovana Stranjanac fegnast í steypafinaluni, sum Kyndil vann á Neistanum í februar (Mynd: Sverri Egholm)
Nadja Pejovic er ein hart-skjótandi bakkur, sum eisini er stinn í verjuni. Bæði hon og Jovana eiga nógv gullheiðursmerki. Umframt Kyndil, hava tær eisini spælt við Neistanum.
Geir Wardum er venjari hjá EB og hevur áður verið venjari hjá Jovanu og Nadju.
Tær fara at gera stóran mun á liðnum, sum endaði næstaftast í grundspælinum við sjey stigum júst farna kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald