Annað

Jøvn byrjan

Havnarmenn hava lagt seg á odda eftir fyrstu tvey umførini, men stutt er millum Havnina, Sandavág og Klaksvík.

Helgi Dam Ziska og Havnar Telvingarfelag hava lagt seg á odda í landskappingini

Helgi Dam Ziska og Havnar Telvingarfelag hava lagt seg á odda í landskappingini

2023-10-16 23:19 Author image
Innsent
placeholder

Tað gongur javnt á millum A-liðini hjá teimum trimum stóru talvfeløgunum í fremstu deildini í føroysku landskappingini. 

Havnarmenn hava lagt seg á odda eftir fyrstu tvey umførini, men stutt er millum Havnina, Sandavág og Klaksvík.

Ikki fyrr enn oddaliðini hittast í innanhýsis dysti, fæst ein ábending um, hvussu jøvn liðini eru.

Havnin og Sandavágur gjørdu aftur bart í øðrum umfari sunnudagin. Bæði vunnu stórsigrar; bara eitt hálvt stig var mist. Afturímóti noyddist A-liðið hjá klaksvíkingum at lata sær lynda javnleik móti øðrum liði hjá vágamonnum. Óvæntaða borðúrslitið var, at Jónfinn Thomsen - sum miðskeiðis í 70-unum var stóra vónin hjá Gøtu Talvfelag - koppaði Terja Petersen. Klaksvíkingar vóru greiðir ratingfavorittar á øllum fýra borðum, so javnleikurin mundi kennast teimum heldur enn ikki snópin.

Havnarmenn og sandavágsmenn høvdu eina broyting hvør í mun til liðið, sum telvaði í fyrsta umfari. Hjá vágamonnum loysti Torkil Nielsen av Jón í Horni Nielsen, og hjá Havnini var Martin Poulsen við fyri Carl Eli Samuelsen.

1. deild - 2. umfar

[object Object]

Støðan í 1. deild

[object Object]


Hinar deildirnar
Kollfirðingar, sum í fjør fluttu úr 1. deild í 2. deild, hava longu lagt seg á uppflytingarkós. Við fyrrverandi føroyameistaranum Hans Kristiani Simonsen sum oddamanni, vunnu teir sunnudagin annan dystin á rað. 

2. deild (2. umfar)
Kollafjørður A - Havnin B 2½ - 1½
Kongshavn - Havnin A 2 - 2
Kollafjørður B - Klaksvík 1½ - 2½

Støðan (topp 3)
1. Kollafjørður A 5½
2. Kongshavn 5
3. Havnin A 4½

Sundalagsmenn góða byrjan
Rókur er fremst í 3. deild eftir tvey umfør. Eitt bland av teimum, sum fyrr mannaðu Streym og Hósvík - við Martini Brekká sum oddamanni - sóust á liðnum hjá Róki.

Gomu 1. deildarliðini Vestmanna og Gøta telvaðu javnt sínamillum.

3. deild (2. umfar)
Vestmanna - Gøta 2 - 2
Sandavágur B - Rókur 1 - 3
Toftir - Sandavágur A  2 - 2

Støðan (topp 3)
1. Rókur 6½
2. Toftir 5½
3. Sandavágur 5

Nýggju feløgini vunnu
Bæði endurstovnaða Stranda Talvfelag og nýggja felagið í Suðuroy vunnu sunnudagin í 4. deild. Suðuroyingar vunnu við fullum stigatali. Strandingar hava fingið góða byrjan og halda seg frammi í toppinum millum tey tíggju liðini í deildini.

4. deild (2. umfar)
Havnin - Sandavágur 4 - 0
Strendur - Gøta 3 - 1
Suðuroy - Rókur B 4 - 0
Toftir - Klaksvík A 1 - 3
Klaksvík B - Kongshavn 4 - 0

Støðan (topp 3)
1. Havnin 8
2. Strendur 7
3. Klaksvík B 6

Níggju unglingalið
Í vikuni telva liðini í unglingadeildini sínar fyrstu dystir. Í alt níggju lið fara at kappast. Havnar Telvingarfelag og Gøtu Talvfelag hava tvey lið hvør, hini eru Klaksvík, Sandavágur, Rókur, Toftir og Strendur.

Teir vaksnu telva aftur um tvær vikur. Í triðja umfari verður telvað soleiðis í 1. deild 29. oktober:

Havnin (1) - Sandavágur (2)

Klaksvík (1) - Sandavágur (1)

Havnin (2) - Klaksvík (2)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder