Oyggjaleikir 2019

Judo 66 kg: Gull og bronsa til Føroyar

Bárður Hentze Lenvig hevur júst vunnið fyrsta gullheiðursmerkið í judo.

2019-07-08 10:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kappingin í 66 kilo í judu gjørdist sera spennandi við føroyskum eygum. Tveir luttakarar vóru við, Bárður Hentze Lenvig og Dánjal á Krákusteini.

Báðir vunnu sín bólk og komu víðari í semifinalurnar. Bárður vann sína móti einum álendingi, men fyri Dánjal á Krákusteini gjørdist Taavi Eigo av Saarema ov sterkur.

Dánjal tapti tepurt, men av tí at ongin kampur er um bronsuna, fáa báðir tapararnir bronsu.

Í finaluni møtti Bárður Hentze Lenvig sama mann av Saarema. Bárður hevði kanska ein fyrimun, tí hann hevði fingið longri hvíld millum dystirnar.

Stríðið teirra millum var javnt – estlendingurin var tó heldur passivur og var hóttur við at verða diskaður. Men við einum flottum syfti eydnaðist tað 19 ára gamla Bárði at vinna finaluna og harvið fyrsta gullið í judo til Føroyar.

Ein annar føroyingur hevur verið í stríði á judomáttuni í morgun. Fríði Magnusson Carlsen fekk sera góða mótstøðu og tapti sínar dystir. Ein sera góður álendingur vann henda bólkin. 

Myndir koma

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder