Hetta vikuskiftið er Kontrast FM á skránni í Høllini á Hálsi í Havn, og seinnapartin verða finalurnar í judo fyri einstaklingar.
Hjá mansunglingum møtast Jógvan Hansen úr Sunda Judofelag Tori og Kjartan Gray úr Havnar Judofelag Nihon í finaluni, og hjá kvinnuunglingum møtast Josefina Fjallsbak úr Vága Judofelag og Fríða Borgarlíð úr Skálafjarðar Judo.
Hjá monnum undir 73 kg. møtast Fríði M. Carlsson úr Havnar Judofelag Nihon og Bárður H. Lenvig úr Havnar Judofelag Nihon, og hjá monnum undir 90 kg. møtast Tóki Brandsson úr Havnar Judofelag Nihon og Jóan Petur Petersen úr Sunda Judofelag Tori.
Hjá monnum í opnum bólki møtast Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag Nihon og Bárður H. Lenvig úr Havnar Judofelag Nihon, og hjá kvinnum í opnum bólki møtast Silja Johannesen úr Havnar Judofelag Nihon og Anna S. Steinberg úr Havnar Judofelag Nihon.
Finalurnar byrja klokkan 13 og verða sendar beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald