Fótbóltur

Julia Naomi fekk góða byrjan í AGF

20 ára gamla innskifta tvørakvinnan átti skotið, ið endaði við at gerast fyrsta málið hjá felagnum í nýggja kappingarárinum í bestu donsku deildini. Ásla Johannesen spældi allar 90 minuttirnar á vinstra bakki.

Julia Naomi Mortensen kom væl inn í dystin í Aarhus í dag. Hon og landsliðsliðfelagin, Ásla Johannesne, spæla nú fyri AGF (Mynd: Sverri Egholm)

Julia Naomi Mortensen kom væl inn í dystin í Aarhus í dag. Hon og landsliðsliðfelagin, Ásla Johannesne, spæla nú fyri AGF (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-07 14:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í juli varð almannakunngjørt, at liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum, Ásla Johannesen, hevði skift úr FC Nordsjælland til AGF. Harvið heldur 25-ára gamli vinstri bakkurin fram í fremstu donsku deildini, og í dag spældi Ásla fullan dyst, tá AGF á stóru Ceres Park tók ímóti Fortuna Hjørring, ið hevur vunnið tjúgu steyp - landskappingina ellivu ferð og steypakappingina níggju ferðir.

Stórfavorittarnir vunnu eisini trygt í dag. Fimm mál fóru inn hjá AGF, men tað er jaligt fyri Áslu, at útlit eru fyri fastari spælitíð. Hon vísti seg eisini væl fram í serliga nøkrum atgerðum fram eftir vøllinum og hevði eina góða skotroynd stutt fyri leiklok

Heilt jaligt fyri AGF var 2. hálvleikur - støðan var 0-4 í steðginum - og serliga løtan, har heimaliðið fekk tvey mál. Í fjør gingu fýra dystir, til AGF skoraði í Gjensidige deildini, men í 70. minutti í dag skoraði liðið hjá Katrine S. Pedersen. Talan var um eitt hornaspark úr vinstru, ið varð lagt útfrá, so at Ásla Johannesen kundi royna seg við skotið við brotsteigarmarkið. Føroyingurin rakti ikki bóltin, men bólturin endaði við føturnar hjá einum einum øðrum føroyingi, ið nú roynir seg í bestu donsku deildini. Julia Naomi Mortensen skeyt við "kalda" vinstra beininum, og umvegis ein Fortuna Hjørring-leikara fór bólturin í málið. Tað varð skrásett sum sjálvmál.

Hetta var tíggju minuttir eftir, at 20-ára gamla tvørakvinnan varð skift inn. Julia Naomi Mortensen er landsliðsleikari og hevur seinastu árini gjørt vart við seg í HB. 

AGF fekk eitt mál afturat í samband við hornaspark, áðrenn útiliðið aftur økti í yvirtíðini, so at tað endaði 5-2. Liðið hjá Áslu og Juliu Naomi skal um eina viku spæla aftur - tað verður í Thisted. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder