Julia Naomi Mortensen hevur valt at leingja sáttmálan við AaB, so hann er galdandi fyri komandi kappingarár. Julia Naomi, ið hevur verið eyðsæð í føroyskum fótbólti seinastu árini, valdi í september í fjør at skifta til danska fótbóltsfelagið AaB. Nú er greitt, at partarnir hava longt samstarvið.
Hetta skrivar heimasíðan hjá AaB kvinnufótbólti.
22-ára gamla tvørakvinnan ynskir at leingja sáttmálan, grundað á góðu úrslitini í fjør tá tær vunnu seg upp í bestu donsku deildina. Afturat hesum gongur Julia Naomi í skúla í Aalborg, og tískil fellir tað henni natúrliga at spæla við einum felagi í Aalborg.
Julia Naomi Mortensen sigur við aabkvindefodbold.dk, at hon sær fram til kappingarbyrjan komandi sunnudag, tá ið tær møta Brøndby IF á útivølli. Vónirnar fyri komandi kappingarár eru góðar, og sum lið stremba tær eftir at liggja í topp 6.
Julia Naomi er millum annað eyðkend fyri sínar góðu teknisku førleikar og spælskil. Hon hevur spælt 22 A-landsdystir fyri Føroyar og skotið tvey mál. Í 2021/2022 spældi hon eisini í bestu donsku deildini. Tá var tað fyri AGF. Í Føroyum hevur hon bert umboðað HB í vaksnamannafótbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald