Annað

Julia skal kappast um norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar

Kravið fyri at Julia Jacobsen skuldi koma við, var ein tveykampur á 157 kilo. Tað megnaði hon til FM tá hon trekti 70 kilo og stoytti 87 kilo.

(Mynd: Stoyt)

(Mynd: Stoyt)

2024-04-12 10:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Til tað føroyska meistaraheitið tann 30. mars, kláraði Julia Jacobsen kravið til tey norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar.

Kravið fyri at Julia skuldi koma við var ein tveykampur á 157 kilo. Hetta megnaði Julia, tá ið hon til til FM trekti 70 kilo og stoytti 87 kilo.

Julia Jacobsen hevur vant vektlyfting hjá Stoyt, við Pól Hendriki Andreasen sum venjara síðan februar í 2022. Hon hevur síðan fyrsta dagin lagt nógva orku í hennara venjing og hevur kempa seg fram til hetta flotta úrsliti, sigur Stoyt.

Julia venur til dagligt í Suðuroy, men fer javnan til Havnar at venja um vikuskiftini við venjara og øðrum lyftarum hjá Stoyt.

Norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar verður hildið í Keypmannahavn 15-16 november. Tó, áðrenn Julia fer avstað, so hevur hon aðrar kappingar hon skal luttaka í áðrenn. Um tíggju dagar skal hon luttaka í tí danska meistaraheitinum fyri seniorar. Her er málið hjá Juliu at lyfta seg fram á eitt bronsu heiðursmerkið.

Afturat Danmark-meistaraheitinum skal Julia eisini luttaka í International Women Weightlifting Grand Prix í Baden í Eysturríki 22. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder