Fleyr kunngjørdi fyri ólavsøku, at kanadiski Owen Kerr verður partur av venjaratoyminum hjá felagnum, og fer at venja besta kvinnuliðið, flestu gentuliðini og dreingir 14.
Nú kunngerð felagið enn ein styrk. Ársins leikari seinastu tvey árini, Juliia Kuvshinova, kemur til Fleyr at spæla. Hon hevur seinastu árini verið knýtt at SÍ, men nú kemur hon altso til Havnar at spæla.
Fleyr sigur, at besta kvinnuliðið hevur mist fleiri leikarar eftir FM-heitið móti júst SÍ í fjør, og tað var tí eitt skert, men evnaríkt lið sum ynskti venjara frammum leikara. Men tá møguleikin at fáa Juliiu Kuvshinova uppstóð, kundi Fleyr ikki takka nei, sigur felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald