2021-12-16 17:55
Tað bleiv júst sum liðskiparin á føroyska A-landsliðnum hjá monnum, Hallur Hansson, vónaði.
Lutakast var um bólkabýtið í Nations League-kappingini, sum verður á skránni í 2022. Føroyar vunnu bólkin seinast, framman fyri Malta, Lettlandi og Andorra, og verða tískil í deild C hesaferð, har mótstøðulondini væntandi vera nakað sterkari.
Hallur Hansson segði við heimasíðuna hjá FSF, at dreymabólkurin var Turkaland, Luksemborg og Litava. Og soleiðis bleiv.
Dystirnir verða spældir í juni og september mánað í 2022. Fýra dystir í juni og tveir í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald