Annað

Jústines L. Justinussen heiðurslimur í St.Í.F.

Hetta varð kunngjørt á 80 ára gallaveitsluni hjá felagnum leygarkvøldið.

2023-03-05 12:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jústines L. Justinussen er nú heiðurslimur í St.Í.F. Hetta hendi á 80 ára gallaveitsluni, sum bleiv hildin í bygdahúsinum á Strondum í gjárkvøldið, 4. mars.

Fagnaðurin var sera stórur, tá ið formaðurin Rúni Rasmussen kunngjørdi, at avgjørt var at tilnevna hann sum heiðurslim í St.Í.F.

Eitt heiðursskjal bleiv handað hondum við hesum teksti: “Við hesum verður váttað, at Jústines Leivssonur Justinussen er kosin av nevndini í St.Í.F. at vera heiðurslimur í Stranda Ítróttafelag. Hesin heiður verður latin Jústinesi Leivssyni Justinussen fyri hansara framúr og trúfasta arbeiði fyri St.Í.F. í mong ár sum leikari, venjari og ágrýtin stuðul.”

Jústines hevur verið og er framvegis sera virkin í St.Í.F. Hann er venjari hjá D14 og G10, og hann er altíð fúsur at hjálpa til og at leggja børnum og ungum lag á.

Í gjárkvøldið fekk hann eisini eitt lívstíðarkort. Hetta kortið gevur atgongd til allar heimadystir hjá St.Í.F. alt lívið.

Tíðindaskriv frá St.Í.F


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder