Annað

Juventus hevur bjóðað 100 mió. evrur fyri Ronaldo

Real Madrid umhugsar at selja.

2018-07-05 13:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hjólini mæla við høgari ferð í Real Madrid, nú boð eru komin uppá Cristiano Ronaldo. Juventus hevur roynt seg við einum boði á 100 milliónir evrur fyri portugisisku stjørnuna hjá Real Madrid.

33 ára gamli Cristiano Ronaldo er leikarin, sum hevur skora flest mál fyri spanska kongafelagið við 451 málum. Men hóast hetta umhugsar Real Madrid at selja, nú leikarin er byrjaður at gerast gamal í fótbóltshøpi og nú felagið endaði heili 17 stig aftanfyri meistarunum úr Barcelona farna kappingarár, skrivar BBC.

Verður Cristiano Ronaldo keyptur fyri 100 milliónir evrur, gerst hann dýrasti leikari nakrantíð hjá Juventus. Dýrasti higartil er Gonzalo Higuain, sum Juventus keypti frá Napoli fyri 90 milliónir evrur í 2016.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder