Fótbóltur

Juventus uttan strípur

Stílskapandi italska felagið skapar aftur kjak í sambandi við samleikabroyting.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-05-13 18:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá italska felagið Juventus, við Cristiano Ronaldo á odda, gjár tapti 2-0 á útivølli móti Roma, spældi felagið fyri fyrstu ferð í mannaminni í troyggju uttan vanlugu svart-hvítu strípurnar.

Juventus spældi í nýggju troyggjuni, sum Adidas hevur sniðgivið felagnum til næsta kappingarár at brúka sum heimavallarbúni.

Talan er um eina troyggju í einum sniði, sum vit herheima kenna aftur frá floksmonnunum, hvít øðrum borði og svørt (brædd) í hinum.

Tað skapti nógv kjak hjá nógvu trúføstu fjepparunum hjá Juventus, tá nýggja troyggjan varð kunngjørd. Juventus varð stovnað í 1897, og síðan 1903 hevur felagið, sambært Wikipedia, spælt við svørt-hvítum strípum á heimavølli.

Kært barn hevur nógv nøvn, og kendasta eyknevnið hjá Juventus er Le Vecchia Signore – hin gamla frúan. Men felagið hevur eisini onnur nevni, sum sipa til troyggjuna: ’I Bianconeri’ – teir svørt-hvítu – og ’Le Zebre’ – sebrurnar – og hetta seinna er ikki so vælhóskandi við nýggju troyggjuni, kann staðfestast.

Juventus hevur altíð verið stílskapandi innan ítrótt, og verður ofta mett eins og eitt mótamerki.

Júst av hesi orsøk var eisini stór øsing, tá felagið fyri nøkrum árum síðani valdi at skifta úttrykk á sínum gamla búmerki og gera tað meira tíðarhóskandi.

Les: Juventus skiftir stíl 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder