Fótbóltur

Kai Havertz til Arsenal

Chelsea selir út av leikarahópinum – har eru ov nógvir, siga nýggju eigararnir.

Kai Havertz (Mynd: EPA)

Kai Havertz (Mynd: EPA)

2023-06-21 17:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska fótbóltsfelagið Arsenal er komið ásamt við grannarnar Chelsea um at yvirtaka týska landsliðsáleyparan, Kai Havertz, fyri umleið 65 milliónir pund, skrivar BBC.

24 ára gamli Havertz kom til Chelsea úr Bayer Leverkusen í 2020 fyri 71 milliónir pund. Hann skoraði níggju mál í 47 dystum fyri Chelsea seinasta kappingarár. Í 2021 skoraði hann sigursmálið í Champions League finaluni móti Manchester City.

Arsenal er við at brynja seg til at fáa eitt enn betri úrslit komandi kappingarár. Felagið hevur í longri tíð roynt at fáa eina avtalu í lag við enska miðvallaran, Declan Rice, liðskipara hjá West Ham. Sagt verður, at boðið nú nærkast hundrað milliónum pundum.

Chelsea hinvegin roynir at minka um sín leikarahóp, og hevur eisini gjørt avtalu við Manchester City um kroatiska miðvallaran Mateo Kovacic. Ein annar miðvallari, 32 ára gamli franski landsliðsleikarin, N’Golo Kante, hevur skrivað avtalu við saudiarabiska meistaraliðið Al-Ittihad.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder