A-landsliðið hjá monnum hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum móti Litava í annaðkvøld, hóskvøldið klokkan 19:45 føroyska tíð.
Ein sigur ella javnleikur móti Litava kann gerast avgerandi. Tá fyrstu fýra dystirnir í hesari kappingini vórðu leiktir í juni, skavaðu okkara menn sær fýra stig saman. Javnleikur móti Luksemborg á útivølli og ein sigur móti Litava á heimavølli.
Litavar hava enn ikki fingið nøkur stig á kontuna, men vinna teir dystin í annaðkvøld og dystin móti Luksemborg sunnukvøldið, so kunnu enda Føroyar á aftasta plássið sum hevur við sær niðurflyting.
Seinni dysturin hjá Føroyum er sunnudagin móti oddaliðnum Turkalandi við 12 stigum, og tá verður trupult at skava sær nøkur stig saman.
![]()
Uttan liðskiparan
Tað verður uttan liðskiparan Hallur Hansson, at okkara menn fara á vøllin í Vilnius. Seinnaparitn kundi heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum boða frá, at skaðin, sum Hallur Hansson fekk í dysti fyri KR Reykjavík farna sunnudag var so mikið álvarsamur, at føroyski liðskiparin helst ikki spælir fótbólt aftur fyrr enn um níggju til tólv mánaðar.
Sí myndir frá venjingini á LFF Stadion í Vilnius, sum Hans Erik Danielsen / FSF tók:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald