Fótbóltur

Kann gerast marrulutakast hjá KÍ í dag

Meistararnir úr Ungarn og úr Bulgaria - tvey av sterkastu liðunum í fyrsta umfari í Champions League - eru í pottinum saman við føroyameistarunum. The New Saints er ynskilutakastið.

Í fjør møtti KÍ Bodø/Glimt í fyrsta umfari í Champions League. Tá vóru norsku meistararnir sterkast av teimum fimm møguligu (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør møtti KÍ Bodø/Glimt í fyrsta umfari í Champions League. Tá vóru norsku meistararnir sterkast av teimum fimm møguligu (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-20 08:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 13 verður lutakast í Nyon í Sveis, um hvør skal spæla móti hvørjum í fyrsta umfari í Champions League 2023/2024. KÍ er eitt av liðunum, sum verður í pottinum.

30 lond eru við, og eru tey nú koyrd - á tilvildarligan hátt -  í tríggjar "bólkar" við tíggju liðum í hvørjum. Fimm eru stykismett og fimm eru ikki styrkismett, og so skal finnast útav, hvørjir lepar koma upp.

Bólkur 1:

Styrkismett
Ferencvárosi TC (UNG)
PFC Ludogorets 1945 (BUL)
FK Žalgiris Vilnius (LIT)
Shamrock Rovers FC (ÍRL)
The New Saints FC (WAL)

Ikki styrkismett
KÍ Klaksvík (FØROYAR)
Vinnarin í undanumfarinum
BK Häcken (SVØ)
Ballkani (KOS)
FC Struga (MKD)

Føroyameistararnir eru bólkaðir við tveimum, á pappírinum, av teimum allarsterkastu liðunum í hesum umfarinum. Ferencvárosi er meistari í Ungarn og stóð seg væl í Evropa í fjør. Liðið hevur hægst styrkistal av øllum her. Ludogorets hevur havt eitt slag av einaveldi í Bulgaria seinastu árini og hevði verið eitt ógvuliga tungt mótstøðulið.

Betri hevði verið við The New Saints, ið hevur lægst styrkistal av teimum ikki-styrkismettu, og sum KÍ á pappírinum hevur best møguleika at møta. Ein túrur til Wales kundi verið góður, men Žalgiris Vilnius hevði helst ikki verið so galið.

Meistararir úr Litava slóu Malmö FF út í fjør, men tá var svenska liðið ikki í so góðum standi. Zalgiris hevur spælt móti KÍ fyrr. Tað var í 2018, tá litavar vunnu samanlagt 3-2 (2-1 í Gundadali og 1-1 í Vilnius) í Europa League.

[object Object]
Deni Pavlovic, Páll Klettskarð og hinir stríddust í 2018 móti Zalgiris (Mynd: Sverri Egholm)

Síðsta møguliga mótstøðuliðið hjá Magna Hoseth og hansara monnum er Shamrock Rovers. Írsku meistararnir hava lægri styrkismeting enn Zalgiris, men kunnu helst verða truplari at spæla ímóti hjá KÍ. Shamrock tapti fyri júst Ludogorets í 2. umfari í kappingini í fjør - tey kunnu møtast aftur.

Hjá føroyameistarunum snýr tað seg serliga um at sleppa undan tveimum teimum ovastu liðnum. Hini liðini sum ikki eru styrkismett eru Häcken - svensku meistararnir - Ballkani, ið sló KÍ út eftir brotssparkskapping í Conference League í fjør, makedónsku meistararnir og so vinnandi liðið úr undan-umfarinum. Hetta kann gerast Breiðablik við Klæminti Olsen.

Champions League lutakastið verður stroymt á uefa.com, har tað eisini ber til at lesa meira um tað. Vit fylgja eisini lutakastinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder