Hondbóltur

Kann kosta Jóhan á Plógv plássið

Danski venjarin umhugsar at fáa roynda Hans Lindberg í hópin til finaluna í morgin.

2019-01-26 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit mugu bíða til sunnumorgunin, og fáa greiði, á um nakar av málmonnunum eru illa fyri. Men eg fari ikki at afturvísa, at Hans Lindberg fær møguleikan, segði Nikolaj Jacobsen við TV2 eftir sigurin í hálvfinaluni móti Fraklandi í gjárkvøldið.

Hans Lindberg bleiv skaddur í fyrsta dystinum í kappingini móti Kili, og boð vóru tí send eftir Jóhan á Plógv Hansen. 24 ára gamli havnarmaðurin fekk nakrar minuttir í beinini og nøkur mál eisini í fyrstu dystunum, men er ikki sloppin at vísa seg í seinastu dystunum.

Eitt lið kann gera tríggjar útskiftingar í hópinum til HM-endaspælið, og danska liðið hevur brúkt tvær av teimum. Men eru báðir málmenninir væl fyri í morginárini, so er stórur møguleiki fyri, at føroyingurin verður skiftur út við hálva føroyingin á danska landsliðnum.

Danmark og Noreg spæla finalu í morgin klokkan 16:30. Dysturin verður vístur á DR 1 og TV 2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder