24-0 eftir smáar tjúgu minuttir. Tá sá einki út, tá Kansas City Chiefs hevði spælt ein triðing av sínum fyrsta dysti í endaspælinum. Houston Texans revsaði mistøkini hjá heimaliðunum hart, og tað líktist enn einum tungum ósigri, tá tað veruliga snúði seg um at vinna hjá Chiefs. Men so komu Patrik Mahomes og co. í gongd, og Chiefs skoraðu heili 51 stig í sigrinum.
Eisini í hálvfinaluni (AFC Championship) fyri tveimum vikum móti Tennesee Titans síðani byrjaði liðið illa, men tað endaði við enn einum tryggum heimasigri, og harvið spældu Chiefs seg í sína fyrstu Super Bowl síðani 1970.
Titans-verjan megnaði ikki at steðga Mahomes, ið nú skal upp ímóti einari sterkari verju (Mynd: EPA
Tá vann liðið óvæntað á Minnesota Vikings, eftir at venjarin Hank Stram hevði lagt eina frálíka dystarætlan. Tað var Super Bowl nummar fýra í røðini, og tann seinasta áðrenn NFL og AFL, ið Chiefs komu frá, løgdu saman. Kansas City Chiefs vóru eisini í fyrsta Super Bowl dystinum sum vinnari av AFL. 15. januar, 1967 í Los Angeles var Green Bay Packers, undir leðslu av Vince Lombardi, tó ein alt ov stórur biti. Eftir deyðan hjá Vince Lombardi í 1971, varð eyðkenda silvursteypið umdoypt: The Vince Lombardi Trphy
(Mynd: EPA)
Lamar Hunt var høvuðsstovnarin av AFL, sum varð sjósett í 1960. Í byrjanini átti hann Dallas Texans, men flutti longu í 1962 liðið til Kansas, og síðani varð navnið broytt til Chiefs. Hunt er tann, sum hevur fingið heiðurin fyri at finna uppá navnið Super Bowl. Steypið ið verður vunnið í AFC Championship ber heitið “Lamar Hunt Trophy” AFC, ið er onnur helvtin av NFL, hin er NFC, hevur øll tey tíggju fyrrverandi AFL-liðini í, umframt seks onnur. Lamar Hunt doyði í 2006. Hunt-familjan eigur framvegis Kansas City Chiefs.
Lamar Hunt var ein sannur íverksetari
Síðani 1970 hevur liðið úr statinum Missouri tapt fleiri sera tættar dysir í endaspælinum, so felagið og áskoðarnir eru farnir ígjøgnum nógv, men nú er liðið so aftur í stóra dystinum. Tað eigur venjarin Andy Reid stóra æru fyri. Eftir nógv góð ár, men einki steyp kom hann úr Philadelphia, og hann er tann venjarin í NFL-søguni, ið hevur flest sigrar (211) uttan at vinna Super Bowl. Nú hevur hann kanska júst rætta mannin sum quarterback. 23-ára gamli Patrick Mahomes hevur serlig evni, og eru undirhaldandi at hyggja eftir. Í fjør vann hann MVP (Most Valuable Player – besti leikari í deildini), men Chiefs gjørdust akkurat ov stuttir í AFC-finaluni, har Tom Brady og Patriots vunnu í longdari leiktíð.
Andy Reid manglar nú bara at taka seinasta fetið við Chiefs (Mynd: EPA)
Nú kunnu Chiefs yvirtaka steypið frá Patriots. Til tað krevst serliga, at Mahomes fær latið krútsterku verjuna hjá 49’ers upp. Fyrsta Lombardi-steypið hjá Kansas City Chiefs í 50 ár kann gerast veruleiki í nátt. Super Bowl byrjar 23.30 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald