Annað

Kansas City Chiefs og Philadelphia Eagles skulu spæla í Super Bowl

Talan er um liðini, sum høvdu heimavøll í hálvfinalunum í vikuskiftinum, og sum hava sitið eitt umfar yvir í endaspælinum. Super Bowl nummar 57 í røðini verður spæld í Arizona mánanáttina 13. februar.

Við Andy Reid og Patrick Mahomes á odda hava Kansas City Cheifs vunnið AFC tríggjar ferðir og spælt seg í Super Bowl tríggjar ferðir seinastu fýra árini (Mynd: EPA)

Við Andy Reid og Patrick Mahomes á odda hava Kansas City Cheifs vunnið AFC tríggjar ferðir og spælt seg í Super Bowl tríggjar ferðir seinastu fýra árini (Mynd: EPA)

2023-02-01 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru tey bæði liðini, ið fingu flest sigrar í ávíkavist AFC og NFC (teimum báðum høvuðsdeildunum), og harvið høvdu fríviku fyrsta umfarið í endaspælinum og heimavøll í vikuskftinum, sum sigraðu. Tað var tó stórur munur á sigrunum.

Eins og móti kappingarneytanum í NFC East, New York Giants, í fjórðingsfinaluni, vóru Philadelphia Eagles greitt omaná sunnukvøldið, tá San Francisco 49'ers vitjaði. Álopið kom aftur væl í gongd, men tað var í stóran mun ein takkling, sum Brock Purdy fekk, ið koppaði nógvum til fyrimuns fyri heimaliðið.

Purdy var triðjavalið sum quarterbakkur í San Francisco, tá kappingarárið byrjaði. Hann varð tó kastaður fyri leyvurnar, tá avloysarin fyri avloysaran, Jimmy Garoppolo, fekk álvarsaman skaða fyrst í desember. Purdy hevði vunnið allar sínar sjey dystir fram til hálvfinaluna í vikuskiftinum, men av tí at hann varð raktur hart í økslina síðst í fyrsta fjórðingina, misti ungi maðurin stóran part av dystinum. 

Harvið skuldi Josh Johnson royna at leiða 49'ers í Super Bowl. Men maðurin, sum í stóran mun hevur sitið á bonkinum hjá nógvum NFL-liðum, hevði í roynd og veru ongan møguleika móti sterku Eagles-verjuni. Running-bakkurin Christian McCaffrey helt lív í vónini, tá hann skoraði og rann væl í øðrum fjórðingi, men í steðginum var munurin 14 stig - Eagles hevði runnið bóltin inn í máløkið tríggjar ferðir.

Jalen Hurts og hinir skulu nú royna at taka eitt fet afturat. Vandamikla álopið við honum á odda og góðum vápnum kann gerast avgerandi - Nick Sirianni hevur í sínum fyrsta kappingarárið sum høvuðsvenjari staðið sterkur í myndini.

[object Object]
Jalen Hurts og hinir í Eagles-hópinum kundu stórfegnast eftir stórsigurin í Philadelphia sunnukvøldið (Mynd: EPA)

Í Kansas var størri spenningur um endaliga úrslitið, og tað varð avgjørt við einum skotið, tá trý sekund vóru eftir á klokkuni. Spurnartekin høvdu verið alla vikuna um økilin hjá Patrick Mahomes, ið stjørnuquarterbakkurin hjá Cheifs meiddi sær móti Jaguars í umfarinum áðrenn. Mahomes og lið hansara vóru tó omaná størsta partin av dystinum - serliga í fyrra hálvleiki eydnaðist tað hjá verjuni at fáa trýst á Joe Burrow, og quarterbakkurin hjá Cincinnati Bengals gjørdi nøkur mistøk.

Ungi maðurin, ið var í Super Bowl, setti tó nøkur stór spæl upp saman við sínum recievarum, og í seinasta fjórðingi eydnaðist at javna. Álopið hjá Chiefs hevði ikki koyrt so væl eftir steðgin, men Mahomes, ið ikki var 100 prosent, fekk flutt bóltin seinastu tveir minuttirnar, so at Harrison Butcker fekk sparkað bóltin millum gulu stengurnar úr beint yvir 40 metrum.

Tá vóru bert trý sekund eftir, og harvið vunnu Chiefs AFC-finaluna fyri triðju ferð uppá fýra ár og enn eitt atgongumerki til Super Bowl. Andy Reid, Patrick Mahomes og hinir vunnu Super Bowl fyri trimum árum síðani men taptu í 2021. Eagles vunnu Super Bowl í 2018.

Avspark er í Arizona umleið hálvan tíma fyri midnátt sunnudagin 12. februar. Talan er um ein risastóran dyst, og stríðið um steypið verður avgjørt einaferð mánanáttina 13. februar.

Championship Sunday
Sunnudagin 29. januar:

Philadelphia Eagles - San Francisco 49'ers 31-7 (NFC)

Kansas City Chiefs - Cincinnati Bengals 23-20 (AFC)


Super Bowl
Sunnukvøldið 12. februar - Mánanáttina 13. februar, Arizona

Kansas City Chiefs - Philadelphia Eagles



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder