Í løtuni verður føroyameistarin í flogbólti fyri 4. flokkarnar funnin í Høllini á Hálsi.
Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum í skúlaflogbólti runt alt landið.
Í alt 8 kappingar hava verið, har skúlar frá ymiskum økjum hava verið samlaði til kappingar, og tað eru vinnararnir av hesum økiskappingunum, sum nú møtast í Havn í morgin.
194 næmingar og 45 lið
Samanlagt verða tað 194 næmingar sum møtast, og sum koma at spæla á 45 liðum – øll spæla við og eingin situr uttanfyri – og er hetta eitt av høvuðsendamálunum við Flogbørnum, siga Anna og Peter í stuttari viðmerking.
Skúlarnir eru hesir:
4. flokkar: |
Næmingar |
Lið |
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík |
24 |
6 |
Eiðis skúli |
5 |
1 |
Skúlin á Løgmannabreyt |
51 |
12 |
Tofta skúli |
18 |
4 |
Vestmanna skúli |
22 |
5 |
Skúlin í Trongisvági |
16 |
4 |
Gøtu skúli |
36 |
8 |
Sørvágs skúli |
22 |
5 |
194 |
45 |
- Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald