
Teir royndy av álvara og stríddu seg eisini til longda leiktíð. Men har var so Ystads omaná. Óli Mittún skoraði fyrsta málið í longdu leiktíðini, men Ystads- málverjin Alexander Lindén hevði fleiri góðar bjargingar, og so fóru favorittarnnir avstað við finaluplássinum.
33-34 eftir 70 minuttir í Partille og árið hjá IK Sävehof er av - og harvið eisini tíðin hjá Óla Mittún í felagnum. Hoyvíkingurin hevur verið í felagnum í trý ár og skiftur í summar til danska GOG.
Óli skoraði fimm mál og legði upp til nøkur mál í tætta dystinum í kvøld Hann varð toppskjútti í grundspælinum og var greitt tann spælarin, sum Ystads ansaði best eftir í hálvfinalurøðini, sum endaði 3-1.
Óli Mittún gjørdist svenskur meistari í 2024. Ísak Vedelsbøl heldur fram í felagnum. Teir skulu báðir spæla í seinastu EM-undankappingardystunum í mai: 8/5 í Kosovo og 11/5 við Tjarnir móti Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald