Hondbóltur

Kappingarárið hjá Teis og teimum er av

Tapti í tætta triðja og avgerandi play-off dystin um uppflyting móti Skive - so er spurningurin, hvat hendir eftir summarsteðgin hjá føroyska strikuspælaranum.

Talan gjørdist at enda um eitt vónbrot fyri Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir. Eingin uppflyting til bestu donsku deildina á hesum sinni  (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Talan gjørdist at enda um eitt vónbrot fyri Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir. Eingin uppflyting til bestu donsku deildina á hesum sinni (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2025-05-02 22:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teis Horn Rasmussen og Peter Bredsdorff-Larsen fara heilt ikki við rættum ryggi til Kosovo í landsliðsørindum mánadagin. Aarhus - har Teis er strikuspælari og miðverji - og har landsliðsvenjarin hevur ítróttaliga ábyrgd í nevndini - gjørdist í kvøld júst ov stutt í danska uppflytingarstríðnum.

Aarhus Håndbold og Skive fH høvdu vunnið hvør sín dyst undan brakinum í Aarhus í kvøld. Vinnarin av hesari play-off uppgerðini millum lið úr næstbestu deildini vann sær rættin at spæla eitt play-off umfar afturat; hetta móti niðasta liðnum í ovara endaspælinum í fremstu deildini.

Skive hevur framvegis møguleika at flyta upp. Tað var annars heimaliðið, sum byrjaði nakað betri í kvøld. Talan var tó um ein tættan dystin. Í steðginum var 18-17 til Teis og teir. Útiliðið vann sær tó fyrimunin í 2. hálvleiki. Aarhus minkaði niður í eitt mál í seinasta minutti, men so staðfesti Skive sigurin, tá tíggju sekund vóru eftir.

Teis Horn Rasmussen skoraði einki mál í dystinum. Føroyski landsliðsspælarin er skrásettur fyri eina útvísing

Tað er heldur óvist, hvussu verður næsta kappingarár hjá 29-ára gamla strikuspælaranum. Hann gjørdi tvey-ára sáttmála við Aarhus fyri tveimum árum síðani. Áhugi hevur verið fyri honum aðrastaðni frá í tíðini í felagnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder