Annað

Kappríðingin 100 ár á ólavsøku

Á ólavsøku í ár eru 100 ár liðin, síðan fyrsta kappríðingin í Føroyum.

2021-07-18 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á ólavsøku eru 100 ár liðin, síðan fyrsta kappríðingin var í Føroyum. Fyrsta kappríðing í Føroyum var nevniliga á ólavsøku í 1921.

Í lýsing sum, var í Dimmalætting 20. juli 1921, stóð:

– Ætlanin er, um nóg nógvir melda seg, at fáa í lag eina kappríðing á ólavsøku. Teir ið hava hug at vera við, kunna venda sær til ein av okkum undirteknaðu seinast týsdagin 26. Juli. Edvard Samuelsen, Gustav A. Reinert, Kjartan Mohr.

16 mans vóru við í kappríðingini, sum var uppi á Sundsvegnum, og vinnarin hesa søguligu kappríðing var Edvard í Horni.

Kappast var í nøkur ár á Sundsvegnum, men í 1928 flutti kappingin út á Velbastaðvegin. Samstundis var teinurin øktur frá 300 mtr. ið vóru á Sundsvegnum til 500 mtr. Hetta er enn teinurin ið riðin verður á ólavsøku. Hesu fyrstu árini, datt okkurt ár burturímillum har eingin kapping var, men síðani 1936 hevur kappríðing verið á hvørjari ólavsøku, skrivar Ríðisamband Føroya á heimasíðuna.

Føroya Ríðingarfelag var stovnað í 1943 og var endamálið millum annað at fyriskipa hesar kappríðingar. Felagið gjørdi í 1970 stásiliga nýggja ríðibreyt uppi í Marknagili. Nú skuldi ikki longur ríðast á alfaravegi men á breyt ið var gjørd til endamálið. Fyrsta ólavsøkukappríðingin í Marknagili var í 1971 og hevur hon verið har hvørt ár síðan tá.

Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag klokkan 15, og eru tað nógv sum hava tað sum fastan tátt, at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder