- Hetta er millum størstu dystir á árinum, um ikki tann størsti, so tað verður spennandi, og eg gleði meg til uppgávuna.
Soleiðis sigur Kári á Høvdanum við fsf.fo í morgun, í samband við at hann er settur til at vera maðurin við floytuni leygarkvøldið á Tórsvølli. Tá bresta B68 og HB saman í ársins finalu um Løgmanssteypið.
Fótbóltssamband Føroya boðar samstundis frá, at Andrew Christiansen og Jan Hermansen vera hjálpardómarar, meðan Jóhan Hendrik Ellefsen verður 4. dómari. Dómaraeygleiðari verður Lassin Isaksen.
Allir hesir dómararnir hava altjóða royndir. og royndir frá finalum. Kári á Høvdanum dømdi eisini steypafinaluna hjá monnum í 2018 - tí minniligu finaluna har B36 fekk tvey reyð kort og vann eftir brotssparkskapping.
Atgongumerki til finaluna leygardagin 4. november fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. HB áskoðarar sita í bólkunum 101 til 104, meðan toftafólk og B68 fjepparar halda til í bólkunum 105 til 108. Síðani eru bólkarnir 114 til 116 ætlaðir uttanveltaðum áskoðarum.
Fyrrapartin hósdagin vóru beint omanfyri 1.400 atgongumerki seld, upplýsir Fótbóltssamband Føroya. Finalan millum B68 og HB byrjar klokkan 17, leygardagin 5. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald