HB og Kári Reynheim, sum hevur verið venjari hjá Betri-kvinnum, hava í dag gjørt av at endað samstarvið.
Tað eydnaðist ikki at finna neyðuga stevið millum spælarahópin og venjaran, og tí bar ikki til at halda fram, skrivar heimasíðan hjá Havnar Bóltfelag.
Tilgongdin at finna nýggjan venjara til kvinnurnar er byrjað, og væntandi fyriliggur ein loysn innan stutta tíð, skrivar hb.fo.
HB var undan kappingarbyrjan millum favorittarnar til FM-heitið í ár, men við tveimum javnleikum hevur HB bara megnað at skava tvey stig saman. Trý umfør eru avgreidd í fremstu deildini hjá kvinnum.
HB spælir sunnudagin ein truplan dyst móti ÍVB.
Støðan í Betri deildini kvinnur
1. KÍ (9 stig)
2. B36 (5 stig)
3. NSÍ (4 stig)
4. ÍVB (3 stig)
5. HB (2 stig)
6. EBS/Skála (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald