Franski áleyparin, Karim Benzema, varð í gjár kosin besti fótbóltsspælari í Evropa. Tað hendi tá Benzema fekk hin gylta fótbóltin, Ballon d’Or, á einum hátíðarhaldi í Paris.
Karim Benzema vann heiðurin framman fyri Sadio Mane úr Senegal og Kevin de Bruyne úr Belgia, sum gjørdist nummar trý.
Tað er franski ítróttamiðilin, France Football, sum á hvørjum ári kjósar ársins besta fótbóltsspælara. Journalistar frá teimum hundrað bestu londinum á fótbóltsstyrkilistanum eru við í atkvøðugreiðsluni, har tey geva trý, tvey ella eitt stig til tríggjar leikarar. Heiðurslønin verður givin fyri avrik í undanfarna kappingarári.
34 ára gamli Karim Benzema hevur síðan 2009 spælt við spanska stórfelagnum, Real Madrid og hevur blómað, síðan Cristiano Ronaldo, gavst í felagnum fyri fýra árum síðani.
Alexia Putellas, FC Barcelona, varð kosin besti kvinnuligi leikari, Gavi hjá Barcelona mest gávuríki ungi leikari, Thibaut Courtois, Real Madrid, besti málmaður, Robert Lewandowski, Bayern München, nú Barcelona, besti áleypari og Manchester City, besta felag.
Karim Benzema og Zinedine Zidane (Mynd: EPA)
Alexia Putellas, her saman við ukrainska Andrij Sjevtjenko (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald