Annað

Karl Løkin skiftir til Víking

Miðvallarin gjørdi skjótt av at finna nýtt felag.

Mynd: vikingur.fo

Mynd: vikingur.fo

2018-06-29 07:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Karl Løkin, sum seinastu árini hevur spælt við barndómsfelagnum NSÍ, skiftir nú til Víking.

Víkingur boðaði frá á heimasíðu síni í gjárkvøldið, at felagið hevur skrivað sáttmála við miðvallaleikaran, sum eisini hevur spælt fleiri kappingarár við ÍF.

Karl Løkin hevur skrivað tvey og eitt hálvt ára sáttmála við Víking. Felagið fegnast um at hava fingið Karl til felagið, skrivar Víkingur á heimasíðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder