Skála kunngjørdi 2. jóladag at danirnir Søren B. Nielsen og Ronni Møller-Iversen spæla fyri felagið komandi ár. Aðrir leikarar hava longt á Skála, og seint í gjárkvøldið boðaði felagið frá, at málmansspurningurin er komin uppá pláss.
Tað verða somu málverjar í hópinum, sum tað vóru farna kappingarárið. Skála hevur gjørt avtalu við NSÍ um at leiga málverjan Karstin Hansen fyri kappingarárið 2019. Karstin var eisini leigaður yvirum fjørðin í 2018. Karstin Hansen, sum er 21 ára gamal, spældi fyrstu ferð í bestu deildini í 2016 og hann hevur vart málið á besta liðnum hjá NSÍ níggju ferðir.
Í fjør fekk Karstin sítt veruliga gjøgnumbrot. Ungi málverjin spældi 28 dystir fyri besta liðið hjá Skála og var í uppskoti til ársins málverja í Betrideildini.
Karstin var eisini fastur málmaður á U21 landsliðnum í farnu undankapping. Glyvramaðurin spældi átta landsdystir og gjørdi veruliga vart við seg - serliga í Póllandi.
Tað er eisini greitt, at Sonni Højgaard heldur fram sum málmaður á Skála í 2019. Hann var í fjør eykamálverji hjá besta liðnum og fastur málmaður á bæði 1. deildarliðnum og U21 liðnum hjá Skála. Sonni er eisini 21 ára gamal og hevur sín uppruna í NSÍ. Hann fekk sín fyrsta dyst í Betrideildini móti HB í heyst.
Keldur: Skála IF og faroesoccer.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald