2021-07-12 07:31
Í gjár, sunnudagin, var stórur finaludagur á tennisvallunum í sambandi við fjórða og seinasta degi av Føroyaleikunum.
Hjá kvinnum leikaði sera javnt á bæði í finaludystinum og í dystinum um bronsuna.
Dystin um bronsuna vann Heidi Viderø á Rúnu Jakobsen. Settúrslitið varð 3-6, 6-2, og 13-11.
Heidi Viderø og Rúna Jakobsen
Katrin á Neystabø vann gullkrónurnar við at vinna ein sera væl leiktan og spennandi dyst á Mari-Ann Robertson, sum til dagligt býr í USA, men í hesum døgum er heima í feriu.
Úrslitið gjørdist 6-1, 3-6, 10-8.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald