Átta dystir vóru á skránni í Premier League í dag.
Á Tottenham Hotspur stadium tók Tottenham ímóti Watford. Tað hevur ikki gingist serliga væl hjá Tottenham síðstu vikurnar, og tann gongdin sær út til at halda fram. Í dag megnaðu teir ikki at vinna á niðasta liðinum í Premier League, Watford, á heimavølli.
Tað var Watford sum legði seg á odda longu í sætta minutti, tá Abdoulaye Doucoure skoraði. Leingi sá út til at Watford fór at fara avstað við øllum trimum stignum, men fýra minuttir fyri tíð javnaði Dele Alli fyri Tottenham, og tryggjaði teimum harvið eitt stig.
Á Stamford Bridge hevði Chelsea vitjan av Newcastle. Her vann heimaliðið ein smalan sigur. Dysturin endaði 1-0 til Chelsea, og einsamalla málið í dystinum skoraði Marcos Alonsa tá 73 minuttir vóru spældir.
Seinni í kvøld tekur Crystal Palace ímóti meistaranum úr Manchester City
Í morgin er stórdystur á Old Traffaord, tá kreppurakta Manchester United tekur ímóti Liverpool, ið hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá lappingarárið.
Mánakvøld er eisini ein dystur á skránni tá hittast Sheffield United og Arsenal.
Úrslitini í dag
Everton – West Ham 2-0
Aston Villa – Brighton 2-1
Bournmouth – Norwich 0-0
Chelsea – Newcastle 1-0
Leicester – Burnley 2-1
Tottenham – Watford 1-1
Wolves – Southampton 1-1
Crystal Palace –Manchester City (byrjar kl 17.30)
Sunnudagin 20. Oktober
Manchester United – Liverpool
Mánadagin 21. Oktober
Sheffield United – Arsenal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald