Fótbóltur

Kekkia á veg móti tryggum sigri á Tórsvølli

Útiliðið legði seg á odda, tá umleið eitt korter var spælt, og føroyska liðið ikki var nóg árvakið í verjstøðu, og beint fyri hálvleik kom annað slagið.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-17 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sá út til, at tað framvegis fór at vera opið og spenningur um úrslitið á Tórsvølli, áðrenn seinni hálvleikur fer í gongd, men síðani fekk Vaclav Cerny fatur á leysum bólti uttanfyri føroyska brotsteignum. Eingin føroyingur kom til hann og við hálvmánaðin smekkað kanturin ótrýstur bóltin upp í longra málhornið við vinstra beininum.

Tað er eingin ivi um, hvør hevur havt yvirvágina. Sum væntað hevur tað verið útiliðið. Kekkia legði tungt trýst frá byrjan og fekk fyrra málið, tá umleið eitt korter var spælt. Stutt horna varð tikið í vinstru, Adam Hložek úr Bayer Leverkusen fekk alt ov gott pláss at leggja inn, og við aftaru stong kom Odmar Færø, ið dekkaði miðverjan Ladislav Krejcí, ikki upp í luftnærdystin. Hetta kostaði mál.

Kekkia hevur eisini havt vandameiru støðurnar gjøgnum hálvleikin, hóast føroyska liðið hevur stríðst og roynt at stungið aftur. Eina løtu sóu okkara til at hava fínt tamarhald á, men nøkur ting hanga ikki saman - millum annað við bóltinum á kekkisku hálvuni og nøkrum avráðingum í verjupartinum - og megna Føroyar neyvan at gera nakað stórvegis móti kekkum í dag.

Undankappingin til EM 2024 - Bólkur E, 3. umfar
Tórsvøllur, leygardagin 17.06

Føroyar - Kekkia (0-2)
15' Ladislav Krejc 0-1
44' Vaclav Cerny 0-2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder