Fótbóltur

Kend andlit skulu til San Marino - fleiri mangla tó

Royndir spælarar eru úti við skaðum, men teir 23 úttiknu hjá Eyðuni Klakstein hava allir ymiskar A-landsliðsroyndir. Føroyar spæla venjingardyst 28. mars.

Eyðun Klakstein og toymið skulu vera fyriuttan fleiri av føstu spælarunum, men nógv er at velja í (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein og toymið skulu vera fyriuttan fleiri av føstu spælarunum, men nógv er at velja í (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-16 10:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eyðun Klakstein hevur júst kunngjørt hópin til fyrstu samlingina hjá manslandsliðnum í ár.

Upprunaliga skuldi liðið til Dubai, har tveir venjingardystir vóru avtalaðir síðst í mánaðinum: Móti Singapor og Emiríkjunum. Men vegna krígsstøðuna í Miðeystri, noyddist FSF at finna nýggjar loysnir í síðstu viku. 

Sí eisini: Skulu til San Marino hedur enn Dubai

Tað er einki spildurnýtt navn, men nógvir royndir og fastir spælarar eru úti vegna skaðatrupulleikar.

Hesir eru: Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen, René Shaki Joensen, Jóan Símun Edmundsson, Odmar Færø og Hallur Hansson.

Teir báðir síðtnevndu spældu fyri KÍ í gjár, men Odmar fór út við tí sum líkist fipurskaða í tjúkkanum í yvirtíðini, og Hallur er darvaður av knænum enn. Hann spældi 25 minuttir móti NSÍ. 

Meinhard Egilsson Olsen hevur verið undir skurð í knænum - aftur - og tað skal Brandur Hendriksson Olsen møguliga - aftur. Venjarin hjá NSÍ staðfesti fyri FM1 í gjár, at Brandur Hendriksson skal skannast í Danmark í dag.

Gullbrandur Øregaard, sum í fleiri førum hevur verið við, er eisini skaddur.

Beint undir helmingurin av hópinum spælir uttanfyri landoddarnar.

Hópurin:

Málverjar
Mattias Lamhauge, Strømgodset (Noreg)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuspælarar
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Ási Dam, HB
Jóannes Kalsø Danielse, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ

Miðvallarar
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Noah Mneney, HB
Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)

Framherjar
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Patrik Johannesen, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ

Hópurin savnast týsdagin 24. mars, tá ferðast verður til San Marino. Har er stutt venjingarlega á skránni áðrenn venjingardystin á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 17.

Dagført: 10.27

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder