2024-09-09 09:14
9. februar 2025 verður næsta Super Bowl á skránni, og nú er greitt, at amerikanski rapparin Kendrick Lamar skal framføra í hálvleikinum.
Tað upplýsti National Football League (NFL) í tíðindaskrivi um vikuskiftið.
Hetta verður aðru ferð, at Kendrick Lamar framførir í NFL-finaluni. Í 2022 framførdi hann eisini í hálvleikinum saman við Snoop Dogg, Eminem og Mary J. Blige.
Super Bowl hevur verið á hvørjum ári síðan 1967. Komandi Super Bowl verður í New Orleans í statinum Louisiana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald