Fótbóltur

Kendur málverjuvenjari hjá Liverpool vitjar Gundadal síðst í mai

John Achterberg fer, saman við fyrrverandi spælari og ungdómsvenjara, at halda fótbóltsskúla í Føroyum Kristi himmalferðardag og fríggjadagin 30. mai. Tilmeldingarfreistin er nú sunnudagin.

Gott lag við venjingarvøllin hjá Liverpool: Jürgen Klopp saman við John Achterberg (Mynd: FSM)

Gott lag við venjingarvøllin hjá Liverpool: Jürgen Klopp saman við John Achterberg (Mynd: FSM)

2025-05-22 17:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hósdagin 29. mai og fríggjadagin 30. mai,hevur føroyskur ungdómur ein gyltan møguleika at melda seg til ein spennandi málverju- og fótbóltsskúla í Gundadali.

Hetta skrivar Faroese Sport Management (FSM), sum skipar fyri einum heldur serstøkum fótbóltstiltaki í høvuðsstaðnum Kristi Himmalferðardag og dagin eftir.

Gesturin er John Achterberg. Niðurlendingurin er fyrrverandi málverji men mest kendur sum fyrrverandi málverjuvenjari hjá Liverpool FC.

Achterberg stýrdi hesum partinum hjá stórfelagnum í yvir 15 ár: Frá 2009 til 2024. Størsta partin av tíðini var tað undir týska stórvenjaranum Jürgen Klopp, og Liverpool vann bæði Premier League og Champions League í tíðarskeiðnum.

[object Object]Allison Beker, John Achterberg og nøkur steyp

Í hesum tíðarskeiðinum vandi komandi gesturin í Føroyum nógvar dugnaligar málverjar. Seinastu árini var tað brasliumannin Alisson Becker, sum var og er millum heimsins bestu - í fyrstu tíðin ivar tað spaniólin Pepe Reina. 

Fyrireikararnir boða frá, at Achterberg fer at hava tveir venjarar við sær, ið taka sær av útileikarunum - millum annað ein fyrrverandi leikara úr Bundesliga og Premier League, og fyrrverandi ungdómsvenjara hjá PSV Eindhoven.

- 29. og 30. mai fara teir at læra frá sær. Dentur verður lagdur á bæði málverja- og útileikaravenjingar. Tiltakið er ætlað fótbóltsungdómi í aldrinum 10 til 17 ár.

Tilmeldingarfreistin er nú sunnudagin 25. mai á Facebook-tiltakinum. Tað er avmarkað nøgd.

Hósmorgunin 29. mai verður eisini skipað fyri einum serstøkum málverju- og fótbóltsskúla í samstarvi við Parasport Føroyar. Tilmelding til hetta er á [email protected]. Hetta tiltakið er ætlað leikarum við serligum tørvi 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder