Tað hevur verið ein ómetaliga tung vika fyri Leicester City. Eigarin Vichai Srivaddhanaprabha og fýra onnur doyði í syrgiligari tyrluvanlukku uttanfyri King Power leikvøllin hjá Leicester eftir dystin móti West Ham seinasta vikuskifti.
Vichai tók yvir í 2010, og undir honum kom felagið aftur í Premier League, og vann heilt ófatiliga meistaraheiti í 2016. Sambært fleiri gjørdi teilendski eigarin felagið til eina familju, og hann gjørdi eina rúgvu av vælgerandi arbeiðið í Leicester. Í hópinum varð hann bert umtalaður sum "The Boss"
League Cup-dysturin móti Southampton týskvøldið varð útsettur; í dag spældi Leicester í Wales. Hópurin ferðaist við bussi ístaðin fyri at flúgva. Undan dystinum móti Cardiff var ein minutts tøgn hildin, har allir leikararnir í hópinum hjá Leicester savnasut við miðkringin saman við venjaratoyminum. Kenslurnar vóru týðiligar, nú leikararnir aftur skuldu hugsavna seg um fótbólt, áðrenn leiðin gekk til Teilands til jarðarferð.
Fyrri hálvleikur var málleysur, men tíggju minuttir inn í 2. hálvleik skoraði Demari Gray forloysandi málið fyri Leicester eftir gott innlegg frá vinstra bakkinum, Ben Chilwell. Eitt meira týðandi mál enn vanligt, og hetta sást týðiliga á fagnaðinum hjá áskoðaranum, ið vóru komnir við til Wales, og á leikaranum; serliga Kasper Schemichel, ið gjørdi sítt fyri at koma tyrluni til hjálpar fyri viku síðani. Danski málverjin kom spurtandi fram í brotssteigin at fengast. Málskjúttin tók spælarablusuna av, og vísti undirtroyggju við áskriftuni: "For Khun Vichai" Hóast tað var eftir reglunum at Gray fekk kort, og tað tyktist ófatiligt og láturligt at dómarin gav gult kort fyri hetta.
Leicester helt fast í leiðsluni, og vann ein sigur ið hevði meira virði enn trý stig.
Newcastle vann ein sera umráðandi sigur á heimavølli móti Watford. Ayoze Perez tryggjaði liðnum hjá Rafa Benitez sín fyrsta sigur í ár.
Fyrr í dag vann United umráðandi 2-1 sigur í Suður Onglandi. Formsterki áleyparin, Callum Wilson, legði annars formsterka Bournemouth á odda longu eftir tíggju minuttir. Tíggju minuttir fyri hálvleik javnaði Anthony Martial fyri útiliðið Fraklendingurin hevur skorað fýra dystir á rað í Premier League og fingið fimm mál hesar dystirnar. Tá sá út ti lat enda við stigdeildin, men í yvirtíðini avgjørdi innskifti Marcus Rashford dystin fyri United, eftir gott forarbeiði av Paul Pogba.
Í kvøld eru tveir spennandi dystir; serliga í London har Arsenal tekur móti Liverpool til oddadyst.
Úrslitini higartil í dag:
Bournemouth - Manchester United 1-2 (1-1)
Cardiff - Leicester 0-1 (0-0)
Everton - Brighton 3-1 (1-1)
Newcastle - Watford 1-0 (0-0)
West Ham - Burnley 4-2 (1-1)
Í kvøld:
17.30: Arsenal - Liverpool
19.45: Wolves - Tottenham
Fótbóltur
Kensluborin sigur hjá Leicester í Wales
Leicester fekk ein tepran sigur í hús til heiðurs fyri Vichai Srivaddhanaprabha. Newcastle vann sín fyrsta dyst í ár.
Tøgn til heiðurs og virðing fyri deyða eigaranum hja Leicester undan fyrsta bríksli í dag. (Mynd: Sky Sports)
2018-11-03 17:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald