Oyggjaleikir 2019

Kenslurnar tóku yvir tá Hávard kom á mál

- Tað hevur alt at siga fyri meg at kunna umboða Føroyar.

2019-07-07 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein sera kensluborin løta, tá Hávard Vatnhamar kom í mál í triatlonkappingini í Gibraltar í dag.

Ikki tí, hann var aftastur av føroyingunum, sum gjøgnumførdu, men so langt frá aftastur av øllum luttakarunum. Fyri hann hevði tað týdning at sleppa at umboða Føroyar.

- Gev mær eitt flagg tá eg komi næstu ferð, hevði hann orku til at rópa, tá hann fór um mállinjuna til seinasta umfar.

Tað fekk hann sjálvandi, og tá liðfelagarnir komu og góvu honum eitt klemm, tóku kenslurnar yvir, og tað tók langa tíð áðrenn jarnmaðurin við einum armi úr Leirvík fekk orðið fram og kundi seta orð á sínar kenslur.

- Tað hevur alt at tíða fyri meg, at eg eri føroyingur. Eg havi gamla Merkið hjá pápa mínum hangandi har heima, sum eg havi eina súkklu at venja á. Tað er altíð í huga mínum, tá eg venji og kappist. Tí hevði hetta so nógv at siga fyri meg, segði Hávard eftir at vera komin í mál.

Og hetta var fyrsta ferðin, at royndi triatleturin umboðaði Føroyar í eini altjóða kapping. Sum paratriatletur umboðar hann Danmark á World Cup kappingum runt heimin.

Men málið er at koma til paraolympisku leikirnar í Tokyo næsta ár sum føroyingur.

- Tokyo 2020 hevur allatíðina verið mítt mál. Men hetta var eisini ógvuliga kensluborið, segði ein errin Hávard Vatnhamar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder