Fótbóltur

Keypmannahavn nýggja miðstøðin

Føroyski hópurin fer seinnapartin yvir um Oyrasundsbrúnna. Tað er í danska høvuðsstaðnum, at seinasta hond verður løgd á føroysku fyrireikingarnar - taktiskt, fysiskt og mentalt. Manslandslið landanna hava ongantíð áður spælt móti hvørjum øðrum í "nýggju Parkini".

Føroyingarnir hava seinastu dagarnar búð og vant í Malmö-økinum. Í dag flyta teir seg teir seg eitt sindur vestureftir, og skulu royna at gera alt fyri, at danski høvuðsstaðurin í morgin ikki verður karmur um ta heilt stóru

Føroyingarnir hava seinastu dagarnar búð og vant í Malmö-økinum. Í dag flyta teir seg teir seg eitt sindur vestureftir, og skulu royna at gera alt fyri, at danski høvuðsstaðurin í morgin ikki verður karmur um ta heilt stóru "fólka-fótbóltsveitsluna", ið danir leggja upp til (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-11 08:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Keypmannahavn, Danmark (Portalurin) - "København, Du er kun alt jeg har" Soleiðis byrjar fyrsta niðurlag í sanginum hjá "Ulige Numre" 2013, sum snýr seg um at hava djúpt tilknýti til eitt stað - í hesum førinum danska høvuðsstaðin, har annar av sangskrivarunum, sangarin í bólkinum Carl Emil Petersen, er føddur og uppvaksin.

"Tórshavn, tú Føroya landsmiðstøða var" er heitið á yrking frá 1952, ið Poul F Joensen eigur orðini til, hvørs innihald snýr seg um støðuna hjá størsta býnum í Føroyum øld eftir øld. Hon er ikki eins innilig sum ovarinevndi danski sangur, men er hátíðarlig, siðbundin og lýsandi. Hans Jacob Højgaard gjørdi lag til, og í sanginum um tjóðleikvøll okkara í fótbólti, "Tórsvøllur"  frá 1999, ið Karl Martin Samuelsen og Ronnie Nielsen syngja, og sum Heri Nolsøe, verður í einari linju víst aftur í hetta: "Tórshavn, tú Føroya landsmiðstøða var"

Tórshavn í september og oktober - Malmö í gjár - Keypmannahavn í dag og í morgin

Í september og oktober spældu Føroyar samanlagt fimm undankappingardystir á Tórsvølli.

Tann fyrsti var eitt vónbrot (0-4 móti Ísrael), ein endaði við sigri, á Moldova, og í teimum í oktober - móti Eysturríki og Skotlandi - sá føroyska liðið fyri tað mesta gott út og var væl við. Soleiðis var serliga móti Skotlandi, har Føroyar høvdu møguleikar til at leggja seg á odda, og tað var 0-0 til 85. minutt, ta útiliðið tíverri avgjørdi dystin.

Júst soleiðis var tað móti Danmark, tó at danir vóru við størri leikliga yvirvág, enn skotar vóru. Í annaðkvøld hittast Danmark og Føroyar aftur, og serstaki dysturin er meira serstakur við tí, at talan er um fyrsta landsdyst millum londini í tí, sum nú er Parkin á Eysturbrúg. Gamla Ítróttarparkin stóð næstan júst á sama staði, men vendi ikki sama veg. Tað var har, at manslandsliðini hjá Føroyum og Danmark hittust fyri allarfyrstu ferð, og tað er higartil einasti dystur millum liðini í danska høvuðsstaðnum.

Dysturin 10. oktober 1990 er samstundis tann higartil einasti av teimum fimm millum Føroyar og Danmark, har føroyska liðið hevur fingið mál. Tað var ein tá 18-ára gamal Allan Mørkøre, sum javnaði til 1-1 móti Peter Schmeichel.

[object Object]
Danmark og Føroyar stríddust um stigini á einum larmandi Tórsvølli 4. september (Mynd: Jens Kr. Vang)

Spurningurin er so, um liðið hjá Håkani Ericson megnar at skora í annaðkvøld. Tað hevur einki lið megnað móti dønum í hesari undankappingini.

Svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum segði í samrøðu við Portalin í Svøríki í gjár, at vit aftur skulu hótta upp á deyðbóltsstøður, men gjarna eisini hava bóltin meira enn  í dystin í september. Hann kom eisini inn á, hvussu tann taktiskta og mentala fyrireikingin verður í kvøld. Hon verður her í Keypmannahavn - tíðliga seinnapartin kemur hópurin yvir um Oyrasund, og vit fara at fáa orðið á nakrar leikarar. Tíðindafundur og venjing verður í Parkini tíðliga í kvøld, tá tað verður so at siga manntómt kring vøllin - í annaðkvøld verður fullsett, og føroyingarnir gleða seg til uppgávuna.

Sí eisini: 
Video: - Tað verður ein stór uppliving
Håkan: Skulu hótta teir á sama hátt sum í Føroyum - ynski at vit hava bóltin meira
Myndir: Hugsavnaðu seg og stríddust í svenska kuldanum

Danir hava tíðindafund og venjing seint fyrrapartin. Sum vant flytir danski hópurin seg ikki inn til høvuðsstaðin fyrrenn á dystardegnum.

Í Helsingør gleða teir seg eisini at spæla fyr stóru fjøldini - tað verður eitt farvæl við donsku fjeppararnar fyri í ár. Andreas Christensen og Joakim Mæhle settu orð á hetta í gjár, og teir staðfestu eisini tað, sum stórfavorittar "skulu" áðrenn slíkan dyst: Mótstøðuliðið skal ikki undirmetast.

Sí eisini: 
Innlsag úr Helsingør: Danir fyrireika seg at taka móti Føroyum fríggjakvøldið
AC: Vilja gjarna njóta at vera í Parkini fríggjakvøldið

Mæhle: Føroyar eru eitt rættiliga gott lið - kunnu avgjørt gera okkum fortreð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder