Fótbóltur

KÍ - Slovan Bratislava: Framvegis ein ávís óvissa

Farsóttarnenvdin hevði í gjárkvøldið fund um støðuna. Kanningarnar av leikarunum sum komu í gjár eru nógv seinkaðar.

(Mynd: Pól Sundskarð)

(Mynd: Pól Sundskarð)

2020-08-21 09:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Champions League dysturin í Klaksvík varð í fyrstu atløgu útsettur frá mikudegnum. Hann varð síðani settur til í dag klokkan 17.00. Um ein tíma, klokkan 10.00, skal tekniskur fundur verðia í Klaksvík, har feløgini saman við UEFA fyrireika dystin nærri.

Tað er tó framvegis óvissa og nógvir spurningar í luftuni kring dystin. in.fo skrivaði eftir eftir midnátt, at tað er stórur ruðuleiki um dystin í Klaksvík

Høvuðstrupulleikin er, at illgruni er um, at summir av leikarunum ið komu til Føroyar í gjár sum partur av "nýggja hópinum" hjá Slovan Bratislava, eiga at verða bundnir av sóttarhaldi. Tað eru teir, sum spældu í landskappingardstinum leygardagin, har Vladimir Weiss, sum síðani hevur fingið staðfest smittuna spældi. Slovan Bratislava hevur ikki kunngjørt nøvnini á nýggju spælarunum, men í Klaksvík veit man, at har eru minst fimm leikarar við, sum spældu í vikuskiftinum. Og so er tað eisini manglandi kanningarúrslitini. Hetta skrivar in.fo. Ferðalagið ið kom til Føroyar týsdagin er sett í sóttarhald. 

Les eisini: Mikkjal Thomassen: Hugstoytt og respektleyst og skitið spæl - talan er framvegis um eitt sterkt mótstøðulið

Sambært føroyskum reglum eiga teir at vera bundir av sóttarhaldi, tí teir fyri stuttum hava verið í tøttum sambandi við ein smittaðan, og tað er júst hetta, sum sum UEFA umboði, sum er í Føroyum í samband við dystin, hevur fingið at vita. gjárkvøldið. Umboðsmaðurin hevur síðani verið í samband við onnur í UEFA. Hetta veit portal.fo frá góðum keldum. 

Landslæknin sigur við portal.fo, at farstóttarnevndin hevði fund um málið í gjár. Lars Fodgaard Møller vil tó einki siga um, hvat var tikið upp á fundinum, men sigur at tað er upp til UEFA at samskifta víðari í málinum.

Portalurin hevur eisini fingið at vita, at har var ein feilur ella seinking í koronakanningunum, sum vórðu gjørdar av Slovan Bratislava-leikarunum, ið komu í gjár - ein feilur sum gjørdi at neyðugt var, at allar kanningarnar vórðu greinaðar av nýggjum. Hvat úrslitið av teimum er, er ikki greitt enn, men óvissan í gjárkvøldið gjørdi, at Slovan Bratislava ikki fekk loyvi at venja í Klaksvík. Hetta er annars mannagongd dagin fyri dyst. 

Thetis, ið ikki bar til at fáa fatur á fyrr í morgun, upplýsir fyri Portalinum seint fyrrapartin, at tað var eingin feilur í kanningunum frá í gjár, at tær vórðu koyrdar, júst sum tær eiga at gera, og at tær fyilógu klokkan 20.00 í gjárkvøldið

Av ymsum orsøkum hongur dysturin eitt sindur í leysari luft, men áðrenn nýggj kunning fyriliggur, so verður arbeitt fram ímóti, at dysturin verður klokkan 17.00 í dag.

Dagført 11.22

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder