Fótbóltur

 - Talan er framvegis um eitt sterkt mótstøðulið

- Hugstoytt og respektleyst. Soleiðis setur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, millum annað orð á atburðin hjá Slovan Bratislava. Tað er tó fult fokus Í KÍ-hópinum, ið nú fyrireikar seg uppá eina nakað øðrvísi uppgávu enn væntað.

Mikkjal Thomassen sigur, at hann er keddur av, at føroysku myndugleikarnar verða lagdir ymiskt av Slovan Bratislava. Hansara leikarar hava tó víst frálíkt fokus (Mynd: Sverri Egholm)

Mikkjal Thomassen sigur, at hann er keddur av, at føroysku myndugleikarnar verða lagdir ymiskt av Slovan Bratislava. Hansara leikarar hava tó víst frálíkt fokus (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-19 19:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi, at tað er hugstoytt, at teir koma her úr Slovakia og royna at spæla eitt skitið spæl. Bæði við at royna at koma rundanum reglurnar, við at leggja trýst á og við at leggja føroysku myndugleikarnir undir at gera støðuna hjá teimum so torføra sum gjørligt. Tað er týðiligt, at teir ikki virða leiðreglurnar í Føroyum, og tað er respektleyst og hoyrir ongastaðni heima av einum felagi sum Slovan Bratislava.

Mikkjal Thomassen er bersøgin, tá hann greiðir Portalinum frá, hvussu hann sær uppá íkomnu støðuna viðvíkjandi Champions League-dystinum hjá KÍ móti Slovan Bratislava og serliga hvussu umboðini fyri slovakiska mótstøðuliðið hava borið seg at í Føroyum. Tað var varaforsetin í Slovan Bratislava, sum fyrr í dag millum annað segði soleiðis við heimasíðu felagsins.

- Fyrst og fremst vilja vit takka UEFA, sum veruliga hevur hjálpt okkum við at gera tað møguligt at spæla dystin í einari støðu, har lokalu myndugleikararnir (í Føroyum) eru komnir uppí og hava gjørt sítt ítarsta fyri, at dysturin ikki skal spælast og fyri at gera støðuna so torføra sum gjørligt fyri okkum.

Les meira: Fegnast um møguleikan fyri at spæla dystin - ynskja leikarar úr sóttarhaldi

Ein koronatilburðir varð staðfestur í ferðalagnum í gjár, talan var um ein fysioterapeut, og farsóttarnevndin avgjørdi í gjárkvøldið, at allir hópurin skuldi setast í sóttarhald ella av landinum sum skjótast. UEFA avgjørdi í morgun, at dysturin kundi spælast fríggjakvøldið, um Slovan fekk í minsta lagi 13 leikarar, sum eru frískir og knýttir at felagnum til landið. Teir koma í morgin – tó varð sagt á heimasíðuni hjá Slovan Bratislava fyrri í dag, at tað varð arbeitt við at fáa hópin úr sóttarhaldi. Hetta hevur fútin tó avvíst.

- Eg eri keddur av at føroysku myndugleikarnar verða lagdir undir slíkt, tí at man her hevur gjørt eitt gott arbeiði við at basa smittuni og staðið saman um tað. Teir gera bara sítt arbeiði, sigur høvuðsvenjarin hjá KÍ við Portalin.

Fyri tveimum árum síðani var eisini nakað av dramatikki rundanum ein heimadyst hjá KÍ. Tá var tað dysturin móti litaviska Zalgiris Vilnius, ið varð útsettur orsaka av mjørka í Vágunum. Hesuferð er tað tó heilt øðrvísi, sigur venjarin hjá KÍ, tí at mótstøðuliðið hevur borið seg soleiðis at.

Framvegis gokk fokus - framvegis eitt sterkt mótstøðulið 

Í KÍ-leguni er tó nú fult fokus á dystin:

- Tá tað henda ting, ið broyta fyritreytirnar, so reagera fólk ymiskt. Tí vit hava sett orð á støðuna í hópinum og saman skapt eitt fokus. Har má eg bara rósa leikarunum, ið eru púra róligir – teir hava í ís í búkinum og tað ger meg ernan.

Mikkjal Thomassen greiðir frá, at leikararnir hjá KÍ til venjing í kvøld hava fingið pulsin eitt sindur upp og spenningin úr kroppinum – hetta skuldi jú verða dystardagurin. Venjarin, ið er í gongd við sítt sætta ár í KÍ, sigur eisini, at sjálvandi verður mótstøðan ikki eins sterk, sum undir vanligum umstøðum, men talan er als ikki um veikar leikarar:

- Vit vita ikki heilt enn, hvat fyri leikarar koma til landið – vit fáa ein lista seinni í kvøld. Tó vita vit, at har verða seks av leikarunum, ið vanliga eru knýttir at fyrsta liðnum. Vit hava verið inni og hugt eftir næstbesta liðnum hjá teimum, sum spælir í næstbestu deildini. Tað búgva áleið eins nógv fólk í Slovakia sum í Danmark, og vit eru nokk áleið á sama støði sum næstbesta deildin í í DK, ið jú er eitt gott støði. Sjálvandi er mótstøðuliðið ikki líka sterkt, um um allir kundi spæla – tað sigur seg sjálvt. Men støðan broytir annars ikki okkara dystarætlan.

KÍ - Slovan Bratislava verður leiktur friggjadagin klokkan 17. Dysturin í Klaksvík verður tó bert bríkslaður í gongd, um allair leikararnir ið koma úr Bratislava hava eina negativa koronakanning at vísa á. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder