![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Dysturin í 1. umfari í Champions League millum føroysku og slovakisku meistararnar verður bríkslaður í gongd klokkan 17.00 fríggjadagin. Hetta skrivar KÍ á heimasíðu sínari.
- Slovan Bratislava hava valt at senda ein nýggja hóp til Føroyar at spæla ímóti KÍ.
Hópurin, við minst 13 leikarum og kanska fleiri ungdómsleikarum, lendur í Vágunum í morgin klokkan 12.15. Um allar koronakanningarnar av teimum eru negativar verður dysturin leiktur.
- Ein triðja negativ kanning er ikki nóg mikið
Við heimasíðuna hjá Slovan Bratislava seinnapartin segði Ivan Kmotrík yngri, at felagið fegnast um møguleikan fyri at spæla dystin, men at tað ynskti og arbeiddi fyri at leikararnir á Hotel Brandan vórðu loystir úr sóttarhaldi
Ein grundgeving var, at hópurin varð testaður positivt tvær ferðir hesar vikurnar. Fútin Micheal Boolsen gjørdi í útvarpstíðindunum í kvøld greitt, at ein møgulig triðja negativa kanning, ikki hevði loyst ein leikara úr sóttarhaldinum.
- Í Føroyum eru reglurnar um sóttarhald strammar, og tær verða ikki broyttar, tá talan er um útlendingar: Tað eru tvær vikur, og ein negativ kanning er ikki nóg mikið at loysa ein úr tí.
Harvið eru møguleikarnir hjá KÍ fyri at spæla seg víðari munandi hækkaðir á pappírinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald