Greipuvinnararnir hava framvegis ongan nýggjan spælara kunngjørt til kappingarárið 2026, men Norðlýsið skrivaði í gjárkvøldið, at ein nýggjur álopsspælari nærkast.
Hetta skal, sambært lokalimiðlinum, vera ein av trimum nýggjum spælarum til álopspartin hjá KÍ.
Nógv vænta, at Dávid Reynheim verður ein av hesum. Men tann fyrsti at koma uppá pláss verður ein skandinavi.
Sum skilst er talan um ein norðmann - sambært keldum hjá Portalinum eitur hesin Erlend Hustad.
29-ára gamli áleyparin er sáttmálaleysur í løtuni. Hetta eftir tvey ár í Raufoss sum spælir í næstbestu norsku deildini.
Erlend Hustad hevur spælt í OBOS-deildini seinastu trý árini - og tað mesta av sínari vaksnamannatíð. Sambært Transfermarket hevur 1,94 metrar høgi áleyparin skorað 41 mál í 133 dystum í næstbestu norsku deildini.
Maðurin, sum eftir øllum at døma kemur til føroyskan fótbólt skjótt, hevur eisini spælt 40 dystir í fremst deildini í heimlandinum. Hann er uppvaksin í Molde og hevur áður eisini umboðað millum annað Brann og Sandnes Ulf.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald