Fótbóltur

KÍ einsamalt oddalið

Við javnleiki og tapi dragnaðu EB/Streymur og NSÍ í oddastríðnum.

Maria Biskopstø skoraði málið til 1-0 móti HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Maria Biskopstø skoraði málið til 1-0 móti HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-11 19:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við 2-0 sigri á HB samstundis sum at EB/Streymur og B36 í Havn leiktu javnt, leggja KÍ-kvinnur seg á odda í bestu deildini við 39 stigum.

EBS/Skála og KÍ hava verið á einum deildum fyrsta plássi, men nú eru klaksvíkskvinnur altso einsamallar á odda í deildini.

Fult umfar varð leikt í deildini í dag. Uppflytaraliðini 07 Vestur og AB/B71 hittust á Dungasandi í Sørvági. Vágakvinnur høvdu munin og vunnu 3-1, har Evelin da Dilva Mastropasqua tók sær av heili tveimum málum hjá heimaliðnum.

Hjá NSÍ fekk meistarastríðið eitt skot fyri bógvin við tapi ímóti Víkingi.

07 Vestur - AB/B71 3-1 (2-0)
9’ Evelin Da Silva Mastropasqua 1-0
32’ Heidi Maria Akselsen 2-0
56’ Evelin Da Silva Mastropasqua 3-0
69’ Judith Rasmussen 3-1

KÍ - HB 2-0 (2-0)
4’ Maria Biskopstø 1-0
42’ Jancý Mohr 2-0

NSÍ - Víkingur 0-1 (0-1)
23’ Jensa Tórolvsdóttir 0-1

B36 - EBS/Skála 0-0

Støðan í Betri deildini kvinnur

1. KÍ 39 stig
2. EBS/Skála 37 stig
3. NSÍ 33 stig
4. HB 27 stig
5. Víkingur 26 stig
6. B36 20 stig
7. 07 Vestur 12 stig
8. AB/B71 0 stig


placeholder
placeholder